Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Høvuðsvenjararnir eru samdir um at NSÍ vann ein hepnan sigur

Hoyr frásøgumannin, Sigurjón Einarsson og viðmerkjarin, Una Leitisstein Hansen siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum B68-NSÍ 1-2 (1-0). Hoyr Una taka samanum tað hann nevnir ein hepnan sigur til NSÍ, tí B68 hevði uppiborið betur. Hoyr eisini samrøðurnar Sigurjón gjørdi við høvuðsvenjarararnar, Jákup á Borg hjá B68 og Jens Wederborg hjá NSÍ, umframt Klæmint A. Olsen hjá NSÍ. Jákup iðrar seg um tapið, har B68 hevði uppiborið betri. Klæmint og Jens eru fegnir um sigurin, men staðfesti, at leikliga avrikaði NSÍ í stórum pørtum av dystinum ikki nóg væl.