Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HB hevur mentala og hagtalsliga takið á B36

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í dystinum HB vann 2-1 á B36 á ovara vølli í Gundadali í Havn. Hoyr Heðin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Hanus Sørensen og Teit Matras Gestson hjá HB, og Mattias Hellisdal hjá B36. Hanus og Teitur halda ikki, at HB var leikliga betri í dag, men teir staðfesta, at HB hevur ikki tapt fyri B36 í yvir fimm ár, og hevur tí tað mentala takið í grannauppgerðunum.

Mynd: Trygvi Absalonsen