Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heldur einki pass til Géza hesa ferð

Av teimum 12 fólkunum í Føroyum, ið fáa ríkisborgararætt í næstum, so er víkingaspælarin Géza Dávid Turi ikki ein teirra

– Eg hoyri so nógv um hetta vælsignaða passið, sum Géza skal fáa, men eg kann ikki fyrihalda meg til tað, fyrr enn tað er veruleiki.

Soleiðis segði føroyski landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, í samband við landsliðsúttøkuna í mars í ár til venjingarleguna í Spania, og venjingardystirnir móti Liktinstein og Danmark.

Og tað er líkt til, at føroyski landsliðsvenjarin – og allir føroyskir landsliðsfjepparar – mugu bíða eina løtu afturat, áðrenn vit fáa loyvi til at síggja bóltsnillingin á miðvøllinum hjá Víkingi, sum er valdur besti spælarin í Betrideildini fyri mars og apríl, í føroysku landsliðsblusuni, tí í seinasta Folketingstidende, har eitt yvirlit sæst, hvør fer at fáa danskan ríkisborgararætt, so eru 12 fólk á listanum, sum búgva í Føroyum, men av teimum er 12, so er eingin Géza at síggja á listanum.

Kom til Føroya sum fimm ára gamal
Géza Dávid Turi var fimm ára gamal, tá familjan flutti til Norðragøtu, tí pápin, Géza Tamás Turi, skuldi standa í mál fyri GÍ.

Géza Tamás Turi, ella eldri Géza, var málverji hjá GÍ og seinni Víkingi frá 20006 og fram til 2018, men hevur síðan tá verið málmansvenjari í KÍ.

22 ára gamli Géza Dávid Turi, ella lítli Géza, ið hann viðhvørt verður róptur, hevur spælt 100 dystir fyri Víking í Betrideildini, har hann hevur skorað seks mál – trý av teimum eru komin hetta kappingarárið.

Yvirlitið sæst her.