Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Stjórin nøgdur við gongdina í Føroyum men ikki í Skotlandi

Sølan hjá Bakkafrosti er hækkað við átta prosentum fyrsta ársfjórðing í ár í mun til í fjør, men nú rakstrarúrslitini fyri fyrsta ársfjórðing í ár eru almannakunngjørd, leggur Bakkafrost stóran dent á, at tøkugjaldið nú er hækkað

– Økta tøkugjaldið gongur út yvir framleiðsluna av liðugvøruframleiðsluni. Hóast bert níggju prosent (fyrr 40 prosent) av tøkuni nú fer til víðarivirking, hevur liðugvøruframleiðslan í Føroyum í hesum ársfjórðinginum givið tap. Sum útlitini eru – eisini við nýggja uppskotinum til broyting av tøkugjaldinum – eru fortreytirnar fyri at víðka liðugvøruframleiðsluna aftur sera vánaligar. NASDAQ prísurin, ið er ein fiktivur prísur og lítið og einki hevur við okkara sáttmálaprísir at gera, hevur ongantíð sveiggjað so nógv sum seinastu árini.

Tað sigur stjórin í Bakkafrosti, Regin Jacobsen, nú úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing í ár er almannakunngjørdur.

Bakkafrost skrivar í tíðindaskrivi, at rakstrarúrslitið fyri alt Bakkafrost-samtakið fyrsta ársfjórðing er 710 milliónir krónur, og úrslitið eftir skatt er 401 milliónir krónur.

Síðan nýggja tøkugjaldið bleiv samtykt, hevur alirisin á Glyvrum verið ein av aktørunum, sum hevur tosað harðliga ímóti hesum.

Tøkugjaldið var 112 milliónir krónur fyrsta ársfjórðingi í ár, samanborið við 38 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Samlaða tøkugjaldið var 153 milliónir krónur fyri alt 2023.

– Partafelagsskattur og tøkugjald tilsamans vóru 193 milliónir krónur í hesum ársfjórðinginum, skrivar Bakkafrost í tíðindaskrivi.

– Hetta er fyrsti ársfjórðingur, har vit veruliga síggja, hvussu ógvusligt tøkugjaldið sveiggjar, tá ið NASDAQ-prísurin á laksi broytist. Í heyst søgdu vit 140 fólkum úr starvi fyri at niðurlaga víðarivirkingina (VAP-framleiðsluna), tí nýggja tøkugjaldið hækkar váðan í liðugvøruframleiðsluni munandi, sigur Regin Jacobsen, stóri á Bakkafrosti.

Hann leggur afturat, at í fjør hevði Bakkafrost 450 fólk í starvi til liðugvøruframleiðsluni, men at hetta talið nú er komið niður á 250 starvsfólk, men at tey hava ov lítið at gera, tí framleiðslan er ikki kappingarfør sum støðan er nú.

Les eisini...  Tíðindir á FM1 kl 12

Samrøða við Regin Jacobsen kann hoyrast her:

Samlaða tøkan í Føroyum fyrsta ársfjórðing í ár var 14.294 tons og 7.263 tons í Skotlandi, í mun til ávikavíst 11.005 tons og 8.093 tons sama tíðarskeið í fjør.

– Lívfrøðiliga gongdin var góð í Føroyum, við metlágum lúsatølum. Lívfrøðin batnaði eisini munandi í Skotlandi, har virksemið sum heild gav eitt rakstrarúrslit upp á 39 milliónir krónur, sigur Bakkfrost.

Útlit
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi fyrra hálvár 2024 verður á leið tað sama, sum sama tíðarskeið í fjør. Í øðrum hálvári 2024 veksur útboðið væntandi fýra prosent, og samlað fyri alt árið 2024 væntast vøksturin at verða umleið tvey prosent, uttan atlit til goymslubroytingar.

– Bakkafrost leggur stóran dent á at hava góða marknaðaratgongd og selur laks til laksamarknaðir í Evropa, USA, Eysturevropa (undantikið Russland) og í Fjareystri, skrivaði Bakkafrost í framløguni um samlaða úrslitið í fjør, tá sølan var tilsamans 7,1 milliardir krónur og rakstaravlopið var 1,5 milliardir krónur.