Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fjórðingsfinalusigurin á NSÍ kemur á eitt turt stað hjá B36

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Agnar Prestá frá portal.fo siga frá teimum fimm málunum, ið vóru skotin í 3-2 fjórðingsfinalusigrinum hjá B36 á NSÍ aftaná longda leiktíð. Hoyr Agnar taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Dan Brimsvík, tvímálsskjúttan hjá B36, Marius Kryger Lindh og tvímálsskjúttan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen. Dan kundi fegnast um, at í dag koppaði tað til B36, og tað er ikki at dylja, at fjórðingsfinalusigurin á NSÍ kemur á eitt turt stað hjá B36 aftaná tungu gongdina farnu vikurnar.

B36 – NSÍ  3 – 2 (2-0) – Fjórðingsfinala í kappingini um løgmanssteypið

1-0 Zean Peetz Dalügge (19.)

2-0 Marius Kryger Lindh (45. +)

2-1 Klæmint Olsen (54.)

2-2 Klæmint Olsen (90. +)

3-2 Marius Kryger Lindh (104.)