Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Gramdu seg um prutl í Vestmanna

Fólk fingu ikki sovið í Vestmanna í nátt, tí nøkur prutl larmaðu so illa, og so var ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt

Tað kemur meira enn so fyri, at fólk boðað løgregluni frá, at tey fáa ikki sovið vegna larm frá prutli.

Í gjár var einki undantak, tí í Vestmanna vóru nakrir ungdómar á prutli, sum koyrdu runt í bygdini, og tað fekk øði í summi fólk, ið ikki fingu sovið av larminum.

Tí varð ringt til løgregluna, sum koyrdi til Vestmannar, men tá ið løgreglan kom fram, vóru eingi prutl at síggja ella hoyra.

Løgreglan gjørdi eisini ferðamátingar Millum Fjarða í gjár, og har varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt.

Ferðin bleiv máld til 115 kilometrar um tíman, og tað gevur eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Tað merkir, at viðkomandi skal upp til nýggja koyriroynd og standa royndina, skal bilførarin varðveita koyrikortið.