Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Landsliðið enn í Vágum

Føroyska A-landsliðið í hondbólti sleppur ikki av landinum vegna mjørka

Fyrireikingarnar til seinna HM Play-off dystin móti Norðurmakedonia hava júst fingið eitt skot í bógvin, nú flogfarið, sum skuldi flúgva hondbóltslandsliðið til Brussel í Belgia, er avlýst.

Ætlaða fráferðin skuldi annars verða nú klokkan 17, men flogferðin er avlýst vegna mjørka.

Tað hevur við sær, at landsliðið ikki nær ætlaðu ferðina víðari úr Brussel, og sum støðan er nú, so kemur landsliðið neyvan fram í kvøld, sum annars var ætlanin.

Landsliðið er nú á veg til eitt gistingarhús, so spurningurin er, hvørt landsliðið fer av landinum í dag ella ikki.

A-landsliðið í hondbólti skal sunnudagin spæla seinna HM Play-off dystin móti Norðurmakedonia, har føroyska liðið hevur eina sjey-málsleiðslu við sær í skjáttini.

FM1 fer at siga frá dystinum sunnudagin, sum byrjar klokkn 18, har Sjúrður H. Hoydal verður frásøgumaður.