Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Elias Ellefsen á Skipagøtu: Vit fingu ikki verjuspælið at rigga

Hoyr Elias Ellefsen á Skipagøtu í samrøðu við Sjúrð H. Hoydal seta orð á vónbrotið niðri í Skopje í Norðurmakedonia, har Føroyar gjørdust eitt mál ov stuttar at røkka HM-endaspælinum. Elias heldur, at Føroyar fingu ikki verjuspælið at rigga í kvøld. Elias minnir tó á, at um tvey ár fáa vit møguleikan aftur at røkka einum HM-endaspæli, og tá mugu vit vera til reiðar at taka av.

Mynd: Sjúrður H. Hoydal