Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áki D. Samuelsen: Vit hugsa ikki um FM – vit taka ein dyst í senn

Hoyr frásøgumannin, Trygva Samuelsen og viðmerkjaran, Knút B. Johannessen siga frá teimum trimum málunum HB skoraði í 3-0 sigrinum á Skála undir Mýruhjalla. Hoyr Knút taka samanum ein uppibornan HB-sigur, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Ara Ó. Ellingsgaard hjá Skála og Áka D. Samuelsen, ið skoraði triðja málið hjá HB. Ari heldur Skála spældi ein góðan fyrra hálvleik, har støðan var 0-0 í steðginum, men í seinna hálvleiki runnu teir aftaná. Áki slær fast, at hóast HB eru javnir við Víking á 24 stigum, so hugsa teir í HB ikki um FM, men taka ein dyst í senn.

Myndir: Trygvi Absalonsen