Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Áland stuðlar avgerðini hjá Grønlandi

Føroyar, Grønland og Áland eiga at kunna taka lut á jøvnum føti sum hini limalondini í Norðurlandaráðnum. Tað sigur norðurlendski samstarvsráðharrin í Álandi

Áland stuðlar avgerðini hjá Grønlandi um fyribils ikki at taka lut í Norðurlandaráðnum á stjórnarstigi.

Tað skrivar danski miðilin Altinget.

Í síðstu viku boðaði grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, at Grønland fyribils gevst við stjórnarsamstarvinum í Norðurlandaráðnum, eftir at tað kom fram, at Grønland, Føroyar og Áland ikki sleppa á summarfund hjá norðurlendsku stjórnarleiðarunum, sum er á skránni í Svøríki í hesi vikuni.

Og hetta er upp á sítt pláss, at Grønland hevur tikið hesa avgerð. Tað heldur norðurlendski samstarvsráðfrúan í Álandi, Annika Hambrudd.

– Hetta er ein sera sterk avgerð, men eg skilji hana og stuðli henni, sigur Annika Hambrudd við Altinget, ið samstundis ger greitt, at Áland fer ikki at taka eitt so ógvisligt stig, eins og Grønland hevur.

Hon vísir á, at tíðin er ikki røtt at klúgva norðurlendska samarbeiðið, men heldur eigur áherðsla at vera løgd á at styrkja felagsskapin.

Áland hoyrir formelt til Finnland og liggur í Eystursjónum millum Finnland og Svøríki.

Í heyst skal Norðurlandaráðið taka støðu til eina ítøkiliga umsókn úr Føroyum um fullan limaskap í Norðurlandaráðnum.

Í Degi og Viku í síðstu viku segði løgmaður, Aksel V. Johannesen, at verður hendan umsóknin havnað, so fara Føroyar eisini at umhugsa sína støðu í ráðnum, og tað var eisini svarið frá norðurlendska samstarvsráðharranum í Føroyum, Bjarna Kárason Petersen.

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur gjørt greitt, at hon ynskir at øll lond, herundir Føroyar og Grønland, eiga at verða boðin við til fundir í Norðurlandaráðnum.

Somuleiðis hevur danski forsætisráðfrúan boðað frá, at hon stuðlar einari styrktari føroyskari og grønlendskari luttøku í norðurlendska samstarvinum.