Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hægri barsilsgjald til foreldur

Løgtingið samtykti í morgun at hækka barsilsgjaldið til foreldur til 30.000 krónur. Upphæddin hevur annars verið 25.000 krónur seinastu mongu árini

Mánaðarliga hámarkið fyri barsilsgjald er nú 30.000 krónur. Upphæddin hevur annars verið 25.000 krónur.

Við nýggja lógini verður hámarkið fyri barsilspening hækkað við 5.000 krónur um mánaðin umframt eftirlønargjaldið. Á henda hátt fáa tey, ið vanliga forvinna omanfyri 25.000 krónur um mánaðin, endurrindað upp til 30.000 krónur úr Barsilsskipanini, tá tey fara í barsilsfarloyvi.

Nýútbúgvin fáa eisini betri barsil
Frameftir verður lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir. Tað hevur við sær, at nýútbúgvin foreldur, ið møguliga ikki hava verið so nógv á arbeiðsmarknaðinum, meðan tey hava lisið, verða betri stillaði, tí útrokningargrundarlagið nú verður hægri.

Tað var ein samd Rættarnevnd, sum tók undir við uppskotinum og mælti Løgtinginum at samtykkja tað. Í viðmerkingunum vísir nevndin á, at fyrsta tíðin við barninum hevur stóran týdning, har tað hevur týdning at hava eina góða barsilsskipan, har foreldur kunnu vera heima við nýfødda barninum og samstundis varðveita tilknýtið til arbeiðsmarknaðin.

Fleiri broytingar í heyst
Breið politisk semja er eisini um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu. Tá verða millum annað hesi evni tikin upp: Betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.

Hægri barsilsgjald samtykt á Løgtingi (Mynd: Javnaðarflokkurin)