Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi 123 kilometrar um tíman í Vágatunlinum

Eisini stóð ein bilur í tómgongd í fleiri tímar

Fyrrapartin í gjár varð ein bilførari tikin fyri at koyra 123 kilometrar um tíman, har tað bert er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.

Tað fær bilførarin eina bót fyri, men hann liggur eisini á markinum til at missa koyrikortið treytað, men skal upp til nýggja koyriroynd.

Bilur stóð í tómgongd í fleiri tímar
Vaktleiðarin á løgreglustøðini greiðir eisini frá í morgun, at í gjár kom ein fráboðan inn um ein bil, ið hevði staðið í tómgongd í fleiri tímar.

Løgreglan fór á staðið, sløkti bil og tók lyklarnar við á politistøðina.

Vaktleiðarin sigur í morgun, at viðkomandi, sum eigur bilin, kann koma eftir lyklunum á løgreglustøðini.