Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Býarbussurin í Klaksvík koyrir sum vanligt

Verkfallið ávirkar ikki býarbussin í Klaksvík

– Fyribils verður koyringin hjá býarbussinum ikki ávirkað av verkfallinum.

Tað skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari.

Kommunan sigur, at hon hevur sáttmála við ein privatan veitara, sum hevur upplýst fyri kommununi, at starvsfólkini, sum koyra hesa vikuna, ikki eru fevnd av verkfallinum.

– Fylgt verður við gongdini, og kunnað verður um møguligar broytingar skjótast møguligt, skrivar Klaksvíkar kommuna.