Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fríyrkisfólk til fm1.fo

Kom og ger mun

Vit søkja eftir dugnaligum og ágrýtnum fríyrkis tíðindafólkum, ið vilja koma við sínum íkasti til FM1.fo.

Sum tíðindafólk verður tað tín uppgáva at gera kanningararbeiði, skriva og seta greinar saman á ein upplýsandi og týðiligan hátt.

Ábyrgdarøkið

  • Tað er tín uppgáva at skriva áhugaverdar og viðkomandi tíðindagreinar innan samfelag, politikk, vinnu og onnur áhugaverd evnir á FM1.fo.
  • Vit vænta, at tú kanst útinna eitt nágreiniligt kanningararbeiði fyri at tryggja neyvleika í greinunum, soleiðis at tær altíð eru álítandi.
  • Tú ert eisini við í framleiðsluætlanum, har tú kemur við tínum hugskotum og íkasti til tíðindaflutningin.

Førleikar

  • Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við tíðindaflutningi, at skriva ella líknandi, men tað er ikki eitt krav.
  • Megna at arbeiða sjálvstøðugt og effektivt undir tíðaravmarking.

  • Góð evnir at gera eitt gott kanningararbeiði og at miðla torgreidd evni á ein eyðskildan hátt.

Umsókn
Hevur hetta tín áhuga, so ert tú vælkomin at senda okkum tína umsókn og CV til Duritu Adela: durita@fm1.fo í seinasta lagi mánadagin 1. juli 2024

Vit gleða okkum at frætta frá tær!