Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Í máskinrúminum hjá B36

Maskinrúmið í B36

Maskinrúmið í B36 Hósdagin fer B36 Varpið ein túr í maskinrúmið í B36, har vit fara at práta um, hviussu eitt stórt ítróttarfelag verður rikið í dagsins Føroyum. Gestur er Jan Poulsen, sum hevur verið stjóri í felagnum í eitt gott ár.

Umframt at hava verið bæði spælari og venjari í B36 í eitt longri áramál, spældi Jan Poulsen eisini fótbólt á besta liðnum hjá Sumba, tá teir vóru í bestu deildini, so sjálvandi koma vit eisini nakað inn á ta søguna.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13.

Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.