Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

𝗦ummarstarv hjá STORM

Til tín við ‘flair’ fyri KT

Vit søkja eftir summaravloysara nú summarfrítíðin nærkast, og vit hava tørv á ágrýtnum persóni til eitt summarstarv hjá STORM. Talan er um eitt summarstarv í juli og august. Møguleiki er sjálvandi fyri at arbeiða onnur tíðarskeið í felagnum, sum t.d. í lestrarferiu og aðrar tíðir, alt eftir tørvi og eftir áhuganum hjá rætta umsøkjaranum at læra okkurt nýtt í felagnum. Møguleikin er til staðar fyri at hetta eisini gerst tín fasta starvsleið hjá okkum seinni í tíðini.

Um okkum:

STORM vil betra raksturin hjá kundanum við røttu KT-loysnum og tænastum.

Vit eru eitt toymi við drúgvum royndum á KT-økinum og í føroyska vinnulívinum, har vit hugsavna okkum um KT-sølu, ráðgeving og tænastu til vinnuna.

Vit eru eitt gott og spennandi arbeiðspláss við góðum arbeiðsstevi og starvsfeløgum, og tú fært neyðuga upplæring á økinum.

Um teg:

Vit ímynda okkum, at tú ert ágrýtin, møtir væl upp til ásettar tíðir, og at tú spyr einaferð ov nógv, heldur enn einaferð ov lítið.

Vit síggja hetta starvið sum eitt upplagt høvi hjá einum lærlingi innan KT at menna seg sjálvan á økinum við relevantum arbeiðsuppgávum í vinnuni.

Eisini síggja vit hetta starvið, sum eitt gott høvi hjá tær, sum hevur ‘flair’ fyri KT, skilir ymsar KT skipanir og amboð, at menna teg enn meira á økinum, sum tú brennur fyri.

Vit leggja dent á, at tú ert arbeiðssom/arbeiðssamur og fer væl um.

• Tú brennur fyri KT og hevur eyga fyri og hug at arbeiða við KT loysnum á marknaðinum.

Les eisini...  Er tað ein annar verðuleiki, sum hondbóltsspælari, at venja seg við at verða ósigraðir?

• Tú hevur sjálvsálit, ert fyrikomandi og opin mótvegis okkara viðskiftafólki.

• Tú dámar væl at fáast við kundar og røkja sambond millum kundan og fyritøkuna

Tað er ikki neyðugt at hava útbúgving ella royndir við hesum slag av arbeiði, men tað er ein fyrimunur, um tú hevur tað. Sum partur av okkara toymi, kanst tú vera vís/ur í at hava ein spennandi gerandisdag saman við okkum.

Starvið inniber millum annað:

• Klárgera, uppseta og viðlíkahalda teldur og prentarar

• KT support online og á staðnum

• Uppseta LAN-net og WIFI

• Ymsar Microsoft Office 365 uppgávur

Meira at vita
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Bárður Solmunde, tænastuleiðara, á tlf. 777555 ella spyr okkum um starvið á t-post bardur@storm.fo

Løn og setanartreytir:

Løn- og setanartreytir eru eftir avtalu. Vit vænta, at tú kanst byrja í starvi 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu.

Umsókn og freist:

Er hetta nakað fyri teg, send skjótast gjørligt eina stuttorðaða umsókn til Bárður Solmunde á bardur@storm.fo .

Umsóknir, saman við møguligum prógvum, CV ella ummælum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 27. mai 2024.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði!