Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið tekur samanum fyrsta triðingin

Níggju umfør eru spæld í Betri Deildini hjá monnum, og tí taka vit samanum fyrstu umførini frá klokkan 15 til 16 í dag

– Hvør hevur toppað og hvør hevur floppað?

Tað eru nakrir av spurningunum, sum panelið í Fótbóltsskýlinum fer at viðgerða í dag, nú fyrsti triðingurin av landskappingini í Betri Deildini við monnum er spæld.

Eisini verður mett um komandi umfar, tíggjunda umfar, í Betri Deildini.

Gestir eru Heðin Arge og Jákup Ósá

Vertur er Sigurjón Einarsson, og tøkningur er Heri Simonsen.

Fótbóltsskýlið frá klokkan 15 til 16 í dag.