Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kaj Leo hevði atkvøtt fyri at broyta fosturtøkulógina

Løgtingslimurin fyri Sambandsflokkin fekk ikki møtt í Løgtinginum mikudagin vegna sjúkraviðgerð

15 atkvøður vóru fyri, 15 vóru ímóti, tveir løgtingslimir høvdu clearað við hvønn annan, meðan ein tinglimur møtti ikki á løgtingsfundinum mikudagin, tá uppskotið um at broyta fosturtøkulógina var til 2. viðgerð, men fall.

Kaj Leo Holm Johannesen úr Sambandsflokkinum fekk ikki møtt til tingfundin mikudagin, tí hann fekk sjúkraviðgerð.

Tað sigur hann í samrøðu við Kringvarpið.

Eins og Jacob Vestergaard og Erling Eidesgaard høvdu gjørt clearingsavtalu við hvønn annan, so royndi Kaj Leo Holm Johannesen eisini at gera eina clearingsavtalu, men tað eydnaðist ikki.