Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Hanus Sørensen og Viljormur Davidsen stórfegnast um enn ein sigur á B36

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá teimum trimum málunum, ið vóru skotin í 2-1 sigrinum hjá HB á B36. Hoyr Heðin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Hanus Sørensen og Viljorm Davidsen hjá HB, og við liðskiparan, Jann Julin Benjaminsen hjá B36. Hanus fegnast og kemur við einari bersøgnari breiðsíðu, meðan Viljormur meira bara fegnast um sigurin og sigursmálið hann skoraði. Jann heldur, at B36 leikliga stóð seg væl um enn ikki tað bar á mál at fáa stig.

Mynd: Trygvi Absalonsen