Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Krabbameinsfelagið: Krabbameinsøkið má skipast betur við lóg

Vit eru eftirbátar í Norðurlondum, tá ið hugt verður at, hvussu nógv liva fimm ár eftir, at sjúkan verður staðfest, sigur Krabbameinsfelagið, ið heldur, at tað hevur skund at fáa vent gongdini

– Føroyskir sjúklingar mugu fáa lógartryggjaðan rætt til skjóta útgreining og viðgerð fyri krabbamein og ásett hámark fyri mest loyvdu bíðitíð.

Tað sigur Krabbameinsfelagið í yvirlýsing, nú felagið hevur havt aðalfund.

Felagið sigur seg hava arbeitt miðvíst í 45 ár við at upplýsa um krabbamein og bøta um korini hjá krabbameinssjúklingum og teirra avvarðandi, men felagið staðfestir tó samstundis, at tað framvegis er langt á mál.

– Seinastu árini eru tað fleiri og fleiri føroyingar, sum hava fingið staðfest krabbamein, sigur felagið.

Um ársskiftið fekk landsstýriskvinnan í heilsumálum eitt tilmæli frá arbeiðsbólki um nýggja ávísingar- og útgreiningarskipan fyri krabbamein.

Krabbameinsfelagið sigur seg fegnast um, at Føroyar nú hava fingið tveir nýggjar skannarar. Ein CT-skannara og ein 3-Tesla MR-skannara.

– Hetta er stórt framstig í arbeiðinum at fáa staðfest krabbamein skjótt og væl, sigur Krabbameinsfelagið.

Áheitan á politikarar og myndugleikar
Krabbameinsfelagið fýlist tó á politisku skipanina, at tað gongur ov seint at seta tilmæli í verk.

– Fyri skjótt fimm árum síðan fekk heilsumálaráðharrin til dømis eisini handað álit um palliatión, men enn er einki gjørt við tað. Krabbameinsøkið má skipast betur við teimum lógarásetingum og mannagongdum, sum víst verður til í Krabbameinsætlanini. Tað fer at lyfta økið á sama stig, sum í hinum Norðurlondunum, sigur Krabbameinsfelagið.

Um Krabbameinsfelagið
Krabbameinsfelagið er størsta sjúklingafelag í Føroyum. Kjarnuuppgávan er at upplýsa um krabbamein og bøta um korini hjá krabbameinssjúklingum og avvarðandi. Bæði undir og eftir sjúku. Harumframt stuðlar felagið gransking í krabbameinssjúkum. Krabbameinsfelagið er óheftur felagsskapur, sum er stýrt av eini fimm-mannanevnd. Trý fólk starvast á skrivstovuni – tveir ráðgevandi sjúkrarøktarfrøðingar og eitt skrivstovufólk. Harafturat eru fleiri sjálvboðin hjálparfólk. Virksemið er fíggjað við limagjøldum, gávum og innsavning.

Les eisini...  Fíggjarmálaráðið: Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar fremur óheimilað stríðsstig

Á aðalfundinum hjá Krabbameinsfelagnum var millum annað val av nevnd eisini á skránni, og nevndin hevur nú skipað seg soleiðis:

Durita Tausen, forkvinna
Magnus Magnussen, næstformaður
Hansina Mikkelsen, kassameistari
Anna Kristina Joensen, nevndarlimur
Marnar Fríðheim Kristiansen, nevndarlimur

Hansina Mikkelsen er nývald og kemur inn fyri Olgu Kristinu Hansen, sum hevur valt ikki at stilla uppaftur.

Tiltakslimir eru Martin Joensen og Elmar Ósá.