Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

15 dagstovnar í Havn lata aftur

Verkfallið rakar nú 15 dagstovnar í Tórshavnar kommunu, ið lata aftur í morgin, tí ruskið ikki verður savnað

– Nú rusk ikki verður heintað, er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

Tað skrivar Tórshavnar kommuna.

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp í morgin, og teir lata heldur ikki upp aftur, fyrr enn rusk aftur verður tikið.

– Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi, sigur kommunan.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, hava fingið boð um hetta gjøgnum Foreldragluggan í dag.

– Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta, skrivar Tórshavnar kommuna.

Dagstovnarnir, ið lata aftur frá í morgin, eru hesir:

Lonirnar í Hoydølum
Dagstovnurin við Løgmannabreyt
Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus
Býlingshúsið undir Fjalli
Dagstovnurin á Velbastað (vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli)
Frítíðarskúlin í Badmintonhøllini (undantikið 3.flokkur í B36-húsinum)
Spírin í Havnardali
Býlingshúsið á Ternuryggi
Dagstovnurin Fríðriksgarður
Dagstovnurin Sólareygað
Dagstovnurin við Velbastaðvegin
Dagstovnurin í Løkjatúni
Dagstovnurin Lítliskógur
Dagstovnurin Birkilund
Miðstovnurin