Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í sethúsum við Norðskála

Talan er um stóran eld

Nógvir sløkkiliðsbilar hava verið at sæð koyra í Sundalagnum nú á middegi, og løgreglan greiðir frá, at tað er eldur í einum sethúsum á Norðskála.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi sigur, at talan er um ein stóran eld, men hvussu umfatandi eldurin er, er ikki greitt í løtuni.

Løgreglan sigur, at sløkkiliðið er komið á staðið at sløkkja eldin.

Vaktleiðarin biður fólk um at geva sløkkiliðnum arbeiðsfrið.