Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fólk kannaði fyri roykeitran

Í samband við eldsbrunan við Norðskála hevur tað verið neyðugt at kanna børn og starvsfólk á skúlanum og barnagarðinum á Oyrabakka fyri roykeitran

Eldsbruni hevur verið í einum sethúsum við Norðskála, har nógvur roykur stóðst av eldsbrunanum.

Nógvi roykurin er komin yvir til barnagarðin og skúlan á Oyrabakka, og tað hevur havt við sær, at fólk eru kannaði fyri roykeitran.

– Nógvur roykur var á staðnum, og neyðugt var at kanna næmingar, børn og starvsfólk fyri roykeitran, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.

Vaktleiðarin sigur, at foreldur kunnu seta seg í samband við skúlastjóran og dagstovnaleiðaran fyri at fáa nærri kunning um síni børn.