Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

B36-Varpið nr. 14: Heidi Lava Elgeirsdóttir, venjari hjá U17 dreingjum

Gestur í B36-Varpinum í dag var Heidi Lava Elgeirsdóttir, venjari hjá U17 dreingjum.

Prátað var við hana um avbjóðingarnar í at vera ungdómsvenjari í føroyskum fótbólti. Heidi er í holt við at taka A-venjaraútbúgvingina, so prátað var eisini meira breitt um barna- og ungdómsfótbólt og eitt sindur um kvinnufótbólt.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16.00 á FM1. Hon liggur eisini sum poddvarp á fm1.fo.

Tøkningur og mynd: Heri Simonsen.