Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eiga at skipa starvslæruna hjá læraralesandi øðrvísi

Læraralesandi eiga at vera í starvslæru heilar skúladagar heilar skúlavikur í fleiri vikur. Tað heldur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini

– Læraralesandi eiga at vera í starvslæru ein heilan skúladag í heilar skúlavikur í fleiri vikur. Í Danmark og Noregi arbeiða tey við at styrkja starvslæruna, summa staðni hava tey starvslæruskúlar; vit eiga at kanna nærri, hvussu tey gera og finna skipanir, sum rigga hjá okkum.

Tað sigur Frida Poulsen, útbúgvingarleiðari á Námsvísindadeildini, við Skúlablaðið.

Hon vísir á, at soleiðis sum starvslæran er nú, so undirvísa læraralesandi tíggju tímar um vikuna í fimm vikur í lærugreinini, sum tey hava á linju. Tað vil siga, at tey fáa ikki royndir í øðrum enn tí, og uppliva tí ikki skúlan og lærarayrkið fyri alt tað, sum tað er.

– Lærarastarvið er so øgiliga nógv annað enn bara at undirvísa í linjulærugreinini, og alt tað eiga tey læraralesandi sjálvandi eisini at sleppa at búgva seg til – tað er at vera garðvakt, at vera við til foreldrasamstarv, námsfrøðiligar fundir og annars vanliga gerandisdagin, sum kann hava øgiliga nógv ymiskt at bjóða, sigur hon.

Útbúgvingarleiðarin heldur, at eitt tættari samband millum yrki og útbúgving fer at hava við sær, at útbúgvingin fer at duga betur at taka ímóti tí, sum læraralesandi nema sær í starvslæruni.

– Vilja vit byggja brúgv millum fólkaskúlan og læraraútbúgvingina, so eigur sambandið at verða styrkt við til dømis einum betri samstarvi millum starvslæruvegleiðararnar og undirvísararnar á útbúgvingini, heldur útbúgvingarleiðarin.

Kelda: Skúlablaðið