Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í akfari uttanfyri Kollfjarðatunnilin

Eygnavitni greiður frá, at ógvislig spreinging var at síggja fyri løtu síðan

Fyri løtu síðan sást nógvur roykur koma frá einum akfari, sum stóð við busssteðgistaðið beint uttanfyri Kollfjarðartunnilin.

Eftir at akfarið hevði brent eina løtu, hoyrdu fólk, sum stóðu á kaiini í Kollafirði, eina spreinging frá hesum sama akfari.

FM1 veit í løtuni ikki at siga, hvussu umfatandi spreingingin var, ella um fólk vóru nærhendis, tá spreingingin hendi.

Sløkkiliðsbilar eru á staðnum.

Vit hava fingið hesar myndirnar sendandi:

(Mynd: Daniel Øvre)
(Mynd: Daniel Øvre)
(Mynd: Daniel Øvre)