Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Núggjur fyrstilærari í Sumba

Cecilia Nolsøe Sørensen er nýggjur fyrstilærari í Sumbiar skúla

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Ceciliu Nolsøe Sørensen í starv sum fyrstilærari í Sumbiar skúla frá 1. august 2024 at rokna.

Cecilia Nolsøe Sørensen er útbúgvin lærari í 2016. Hon hevur starvast á Tvørroyrar skúla síðani 2016, har hon fyri tað mesta hevur starvast í grunddeildini, sum húsast í Trongisvági. Hon er 38 ár og
býr í Trongisvági.

Afturat læraraútbúgvingini er Cecilia Nolsøe Sørensen lifecoach umframt bachelor í ”erhvervsøkonomi og psykologi”, sum er eitt gott førleika íkast í arbeiðinum sum fyrstilærari.