Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið: Eldur er í einari gravkúgv

– Eingi vandi er á ferð av spreingingunum, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi

Fyri løtu síðan sást nógvur roykur koma frá einum akfari, sum stendur við busslummanum beint uttanfyri Kollfjarðartunnilin.

Eftir at akfarið hevði brent eina løtu, hoyrdu fólk, sum stóðu á kaiini í Kollafirði, eina spreinging frá hesum sama akfari.

–Tað er eldur í einari gravkúgv beint uttanfyri Kollfjarðatunnilin. Vit hava spert ferðsluna av, so eldurin kann sløkkjast, men tað er eingin vandi á ferð av spreingingunum, sum hava verið, tí tað eru dekkini, sum bresta av hitanum, sigur vaktleiðarin hjá Føroya Politi.

Vaktleiðarin sigur, at sløkkiliðið hevur tamarhald á støðuni.

Her er eitt videobrot, tá ein lítil spreinging júst hevur verið, og tað eru altso dekkini, sum bresta, sambært vaktleiðaranum hjá Føroya Politi:

(Video: Bjørn Kallsoy)