Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Politiið: Kollfjarðavegurin er nú opin aftur

Eldurin er nú sløktur, og koyrast kann nú aftur á Kollfjarðavegnum

Ferðslan hevur verið sperrað av, meðan sløkkiliðsbilar sløktu eldin, eftir at eldur kom í eina gravkúgv, ið stóð í busslummanum beint uttanfyri Kollfjarðatunnilin.

Spreingingar vóru at hoyra, tá dekkini brustu av nógva hitanum, so fyri at binda um heilan fingur, valdi løgreglan at sperrað ferðsluna av eina løtu, men nú er koyrandi aftur.