Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vórðu flutt burtur av trygdarávum

Tað var somikið nógvur roykur av eldsbrunanum við Norðskála í gjár, at handlar, dagstovnur og skúli lótu aftur, umframt at summi fólk fóru av húsum

Tað sá eitt sindur ógvisligt út, tá eldur kom í eini sethús við Norðskála í gjár. Nógvur roykur var at síggja, og fólk vórðu eisini kannaði fyri roykeitran.

– Tað var nógvur roykur at síggja, og tað var kanska orsaka av veðrinum, tí stilli var við Norðskála í gjár, men tað er ikki á hvørjum degi, at ein hálv bygd verður flutt burtur vegna royk, greiðir vaktleiðarin frá.

Roykurin hevði við sær, at millum annað starvsfólk og børn í skúlanum og dagstovninum á Oyrabakka vórðu kannaði fyri roykeitran.

Sethúsini hava fingið rættiliga stóran skaða og eitt fólk var inni í húsinum, tá eldur kom í, men slapp úr húsinum í øllum góðum.

Eldserfrøðingur hevur verið og kannað húsini, fyri at finna orsøkina til eldan, og nú verður bíðað eftir endaligu frágreiðingini.