Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bjørn Kalsø vendir Sambandsflokkinum bakið

Málið um gongd í haga fekk bikarið at flóta yvir

Málið um gongd í haga hevur nú elvt til, at Bjørn Kalsø, sum er fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður fyri Sambandsflokkinum, hevur meldað seg úr flokkinum.

Tað váttar hann fyri in.fo í morgun, umframt í sendingini Breddin hjá Kringvarpinum nú fyrrapartin

– Tað eru nakrir dagar síðani, at eg gjørdi tað. Eg eri púra ósamdur við landbúnaðarpolitikkin hjá flokkinum, og tá at kalla allur flokkurin tók undir við málinum um burðardygga ferðavinnu í flokkinum, so gjørdi eg av melda meg úr flokkinum, sigur hann við in.fo.

Tað var fyri viku síðan, at samgonguflokkarnir og Sambandsflokkurin, uttan Magnus Rasmussen, atkvøddu til 2. viðgerð fyri málinum, ið bleiv endaliga avgreitt týsdagin í hesi vikuni.

Bjørn Kalsø vísir á, at hann annars ikki hevur verið aktivur í politikki, síðan hann gavst í Løgtinginum í 2019, tá hann ikki stillaði uppaftur á løgtingsvalinum.