Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fótbóltsskýlið viðgerð landsliðsúttøkuna

Landsliðsúttøka verður mánadagin, nú A-landsliðið við monnum skal taka lut í Baltic Cup fyrst í juni, og tað fara vit at viðgera í Fótbóltsskýlinum, umframt at meta um komandi umfar í Betri Deildini. Fótbóltsskýlið sendir frá klokkan 15 til 16 á FM1

Mánadagin verður landsliðsúttøka í FSF-húsinum klokkan 10, nú A-landsliðið við monnum skal taka lut í Baltic Cup.

Undan landsliðsúttøkuni er tó greitt, at fleiri av stuðulsspælarunum eru langtíðarskaddir, og tað fer allarhelst at síggjast aftur í landsliðsúttøkuni.

Eisini verður mett um komandi umfar í Betri Deildini, ið verður um vikuskifti.

Fótbóltsskýlið er opið í dag frá klokkan 15 til 16 á FM1.

Gestir eru Sjúrður Jacobsen og Heidi Lava Elgeirsdóttir.

Vertur er Sigurjón Einarsson.

Tøkningur er Heri Simonsen.