Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir dagstovnar afturat lata aftur í Havn

Tveir dagstovnar leggjast afturat teimum 23, ið longu hava latið aftur

Mánadagin 27. mai lata tveir dagstovnar aftur í Tórshavnar kommunu vegna verkfall.

Rusk verður ikki heintað, tí verkfall er. Tí er neyðugt hjá Tórshavnar kommunu at lata nakrar av dagstovnunum í kommununi aftur.

Raktu stovnarnir lata sostatt ikki upp mánadagin. Dagstovnarnir lata upp aftur, tá rusk aftur verður tikið.

Tórshavnar kommuna hevur spurt seg fyri hjá heilsumyndugleikunum, og teir vísa á, at smittuvandi kann standast av, um ruskposar og annað hópar seg upp uttanfyri bingjurnar. Harumframt sleppa fuglur og skaðadjór eisini framat ruskinum, og kann hetta eisini vera smittuvandi.

Foreldur og verjar, ið hava børn á stovnum, ið lata aftur, fáa boð gjøgnum Foreldragluggan í dag.

Teir dagstovnar, ið ikki hava trupulleikar við ruski, hava opið so longi rusk rúmast í bingjunum. Um støðan broytist á hesum stovnum, verður kunnað um hetta.

Stovnarnir, ið lata aftur í mánadagin eru:

Býlingshúsið Vesturi á Flat.
Býlingshúsið í Maritugøtu.