Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Arbeiðskvinnurnar eisini í verkfall

Arbeiðssteðgurin fevnir um allar limir hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag, ið eru settir eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag, har møgulig skrivlig avtala ikki er gjørd um undantak fyri arbeiðssteðginum

Á midnátt í annaðkvøld fer Havnar Arbeiðskvinnufelag eisini í verkfall.

Semingsmaðurin boðaði í gjár pørtunum frá, at sum støðan er nú, hevur hann einki semingsuppskot at koma við.

Tað gjørdi, at stutt eftir lýsti Havnar Arbeiðskvinnufelag verkfall, sum altsu byrjar á midnátt í annaðkvøld.

Havnar Arbeiðskvinnufelag hevur samráðst fyri seg sjálvan og ikki saman við hinum feløgunum, sum logu hava verið í verkfalli í 14 dagar