Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Forða fyri asfaltering

Verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum er hert í morgun.

Millum 70 og 80 fólk eru í morgun stødd á Sundi við tí endamáli at forða fyri, at til ber at koyra asfalt út frá asfaltverkinum har.

Útvarpið er á staðnum og við útvarpið segði Georg Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, at tey meta tað sum verkfalsrakt arbeiði at asfaltera.

Tey meta eisini, at nógv asfaltarbeiði verður gjørt kring landið í hesum døgum og kanska serliga tí vit fáa konshjúnini á vitjan.

Tí steðga tey útkoyringini av asfalti.

Arbeiðarafelagøini hava boðað frá, at fleiri og fleiri tiltøk verða sett í verk, so hvørt sum tíðin gongur.

Á midnátt í annaðkvøld fer eisini Havnar Arbeiðskvinnufelag í verkfall