Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

ILA staðfest á Vágsfirði

Roynt verður at forða fyri smittuspjaðing

Bakkafrost hevur boðað frá, at ILA er sttaðfest í tveimum aliringum hjá fyritøkuni á Vágsfirði

Ein millión fiskar eru í aliøkinum.

Tilbúgvingin er farin í gongd, so forðast kann fyri smittuspjaðing.

Kunngerðin um sjúku sigur, at fiskurin skal takast beinanvegin og í seinast lagi um 14 dagar. Restin av fiskinum á aliøkinum skal takast í seinasta lagi um tveir mánaðir.

Bakkafrost sigur, at at hetta ger, at tøkan í Føroyum í ár verður millum 2.000 og 3.000 tons minni enn væntað.