Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni verður niðurløgd

Sandoyggin hevur ongan sjúkrabil eftir 30. mai

– Leiðslan á Sjúkraflutningstænastuni hevur valt at taka sjúkrabilin til Havnar, so Havnin verður dekkað við tveimum bilum. Hetta verður longu gjørt hin 31. mai 2024. Sostatt hevur Sandoyggin ongan sjúkrabil eftir 30. mai 2024.

Tað sigur leiðarin fyri Sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni, Friðfinn Nicolajsen.

Framyvir verður tað soleiðis, at er tørvur á sjúkrabili í Sandoynni, so kemur hesin úr Havnini at taka sær av Sandoynni.

– Hvussu hetta fer at rigga, má tíðin bara vísa. Eitt er heilt sikkurt. Tíðin, tað hevur tikið okkum at koma á staðið, og tíðin, tað tekur at fáa bil úr Havnini, fer ikki at kunna samanberast. Tíðin hevur alt at siga fyri sjúklingin, sigur Friðfinn Nicolajsen.

Sjúkraflutningstænastan í Sandoynni hevur annars virkað sum ein sjálvstøðug eind síðan 1993.

Sjúkraflutningstænastan endurskoðað
Í februar í ár kom fram, at Margit Stórá, landsstýriskvinna við heilsumálum, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingslim fyri Fólkaflokkin, at sjúkraflutningstænastan í øllum landinum verður endurskoðað í løtuni, og at eitt tilmæli um dagføring um sjúkraflutningin skuldi latast Sjúkrahúsverkinum í summar.  

Hetta, tí undirstøðukervið er nógv broytt, síðan Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin eru komnir.

– Hesa seinastu tíðina havi eg roynt at samráðst við Landssjúkrahúsið fyri at fáa eina avtalu í lag, sum vit kunnu liva við, men hetta bar tíverri ikki á mál, sigur Friðfinn Nicolajsen.

– Eg vil hervið nýta høvi at takka fyri okkum á Sandoyar Sjúkraflutningstænastu og siga stóra takk til mínar starvsfelagar fyri tíðina, vit hava havt saman, sigur Friðfinn Nicolajsen, leiðarin fyri Sjúkraflutningstænastuna í Sandoynni.