Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Emmanuel Duah ikki tøkur komandi vikurnar

Nú er staðfest, at hann hevur eitt brot á skinnabeininum

Fyrst var tað arbeiðsloyvið, og nú er tað ein skaði, sum ger, at tað gongur ein løta, áðrenn kviki HB-vongurin Emmanuel Duah aftur verður at síggja á vøllinum, tí hann hevur eitt brot á skinnabeininum.

Tað skrivar heimasíðan hjá HB.

Í dystinum millum HB og B36 í áttanda umfari, varð Emmanuel Duah takklaður heldur ógvisliga av Magnusi Egilssyni, sum gjørdi, at hann mátti lata seg skifta út.

Hóast hann aftur var á vøllinum í nakrar minuttir í síðstu viku, so merkti hann enn nakað til skaðan.

Nú er staðfest, at talan er um eitt brot á skinnabeinið, og tí verður hann ikki tøkur komandi vikurnar. Fyrsta metingin er, at hann verður aftur á venjingarvøllinum fyrst í august mánað.

Samstundis boðar HB frá, at leigusveinurin úr Hvidovre IF, Elias Rusborg, fer nú aftur til Hvidovre.

Undan kappingarbyrjan bleiv leiguavtala gjørd við Hvidovre IF og Elias Rusborg, um at miðverjin bleiv leigaður úr Hvidovre fram til summar, men tað er ikki stórvegis av spælitíð, sum Elias hevur fingið, meðan hann hevur verið í HB.

Sambært Faroesoccer, so er hann skrásettur fyri tveir dystir fyri Havnar Bóltfelag.