Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Grønlendsk kommuna hevur meirnýtslu upp á átta milliónir krónur í ár – vitjar nú í Føroyum

Kujalleq kommuna skyldar 40 milliónir krónur til grønlendska heimastýrið og hevur eina meirnýtslu upp á átta milliónir krónur fyri í ár. Kommunan vitjar í hesum døgum í Føroyum

Tað sær alt annað enn gott út, tá ið hugt verður í kommunukassan hjá Kujalleq kommunu í Grønlandi.

KNR og Sermitsiaq skriva, at fleiri feilir eru í bókhaldinum hjá kommununi, ið higartil hevur havt við sær eina meirnýtslu upp á átta milliónir krónur – í mun til fíggjarætlanina í ár.

Hartil er komið fram, at kommunan ikki hevur goldið A-skatt til grønlendska heimastýrið í tríggjar mánaðir, sum svarar til umleið 40 milliónir krónur.

Men meðan kommunan og borgarstjórin í Kujalleq kommunu, Stine Egede, veruliga eru komin í andglettin í Grønlandi, so hevur kommunan valt at senda sín borgarstjóra, kommunustýrislimir og embætisfólk til Føroya.

Fyrradagin varð vitjað á Tvøroyri, og fyrrapartin í gjár var Stine Egede, borgarstjóri í Kujalleq kommunu í Grønlandi, á vitjan hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu.

Jóan Petur Hentze, kommunustjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, greiddu frá um Tórshavnar kommunu. Eisini greiddu embætisfólk í kommununi frá um ferðavinnupolitikk og vinnupolitikk.

Roknskapurin ikki liðugt uppgjørdur fyri fleiri ár
Tað er ikki einans manglandi A-skattur, ið Kujalleq kommuna manglar at gjalda. Kommunan manglar eisini at gera roknskapin fyri 2021, 2022 og 2023 upp.

Borgarstjórin í Kujalleq kommuna sigur við Sermitsiaq, at kommunan fyrst og fremst hevur havt trupulleikar við at taka eina nýggja felags fíggjarstýringskipan í nýtslu, men at tað eisini hava verið trupulleikar við ein grannskoðara, sum ikki er liðugur at gera roknskapin fyri 2021 upp.

– Tá roknskapurin fyri 2021 er liðugur uppgjørdur, so kunnu vit gera roknskapin fyri 2022 og 2023 upp. Eg rokni við, at hetta kemur í rættlag í nærmastu framtíð, og eftir summarferiuna verður manglandi roknskapurin uppgjørdur, sigur Stine Egede við Sermitsiaq.

Les eisini...  13 ára gamli Jógvan vann lutakastið

Kujalleq kommuna er syðsta kommuna í Grønlandi. 11 bygdir eru í kommununi og beint omanfyri 6.000 fólk búgva í Kujalleq kommunu.