Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Taka málini upp í landsstýrismálanevndini

Landsstýrismálanevndin hevur biðið um fleiri upplýsingar í sambandi við kærurnar um Dennis Holm og >Ingilúm Strøm, landsstýrisfólk

Tvey landsstýrisfólk eru kærd fyri landsstýrismálanevndina.

Árni Skaaale, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur kært landsstýrismannin við fiskivinnumálum, Dennis Holm, fyri nevndina í samband við býtið av svartkjaftakvotunum í ár.

Hin kæran er frá Jacob Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkin. Hann hevur kært Ingilín Strøm, landsstýriskvinnu,, fyri ikki at hava sagt satt fyri tinginum í samband við fíggjarligu støðuna hjá Bústøðum.

-Vit hava havt fund í dag og hava biðið um meira tilfar í málinum, sigur Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini við FM1.fo.

Formaðurin metir, at tað helst fara at ganga einar tríggjar vikur til nevndin fær tilfarið.