Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Línuskip og útróðrarbátar sleppa at royna á Føroyabanka aftur í ár

Kunngerðin um Føroyabanka fyri 2024 er nú lýst

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lýst kunngerð um tíðaravmarkaða serskipan fyri veiðu eftir botnfiski á Føroyabanka í 2024, har línuskip og útróðrarbátar sleppa at royna á Føroyabanka.

Fiskidagatalið er farið úr 330 í fjør niður í 265 í ár.

Teir 265 fiskidagarnir verða býttir øðrvísi millum bólkarnar í ár. Útróðrarbátarnir fáa fleiri dagar, meðan línuskipini fáa færri dagar.

Skipanin fyri útróðrarbátarnar undir 15 tons í bólki 5 er tann sama sum í 2023. Tað vera bara teir vinnuliga virknastu bátarnir, ið sleppa á Bankan. Treyt er, at báturin hevur avreitt fyri 500.000 krónur ella meira, í minsta lagi eitt av árunum 2021-2023.

Bátar í bólki 5, ið lúka treytina, og sum ætla sær á Føroyabanka í 2024, skulu, innan týsdagin 4. juni 2024, kl. 16.00, søkja Vørn um fiskiloyvi.

Kunngerðin kann lesast her.

Kelda: Fiskivinnu- og og samferðslumálaráðið