Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Øssur Kjølbro verður nýggjur prestur í Klaksvík

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Sirið Stenberg, hevur útnevnt Øssur Kjølbro sum sóknarprest í Norðoya vestara prestagjaldi. Tað skrivar fólkakirkjan í dag.

Norðoya vestara prestagjaldi fevnir um Klaksvík, Norðoyri, Ánirnar, Haraldsund, Kunoy, Syðradalur, Húsar, Mikladalur, Trøllanes og Árnafjørður.

Øssur Kjølbro hevur seinnu árini verið virkandi sóknarprestur í styttri og longri tíðarskeið í ymsum prestagjøldum.

Tað verður dómprósturin, ið skipar prestin í embætið undir gudstænastuni í Christianskirkjuni klokkan 11 sunnudagin tann 16. juni.

Kelda: Fólkakirkjan