Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Samuel J. Chukwudi fegnast um eitt gott avrik móti Víkingi

Hoyr frásøgumannin, Trygva Absalonsen og viðmerkjaran, Heðin Askham siga frá sigursmálinum Jacob Johansson skoraði í 1-0 sigrinum hjá HB á Víkingi í tí fyrru finaluni í kappingini um løgmanssteypið. Hoyr Heðin taka samanum dystin, og hoyr samrøðurnar Trygvi gjørdi við Samuel Johansen Chukwudi hjá HB og Arnbjørn Svensson hjá Víkingi. Samuel fegnast um eitt gott avrik hjá HB, har menn hildu seg til spæliætlanina hjá venjaranum. Arnbjørn heldur fyri, at talan er um ringasta defensiva avrikið hjá Víkingi í ár.

Mynd: Trygvi Absalonsen