Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sandoyingar og suðringar brúka mest Ozempic og Wegovy fyri hvønn íbúgva

Føroyingar eru farnir at brúka meira heilivág fyri yvirvekt og heilivág fyri sukursjúku, har serliga nýtslan av Ozempic og Wegovy er vaksin nógv seinastu árini. Landslæknin biður nú føroyskar læknar um at taka størri fyrilit, tá hesin heilivágur verður útskrivaður

– Í tíðarskeiðnum frá januar í 2023 til apríl í ár er talið av sjúklingum, ið brúka Ozempic, vaksið við 50 prosentum, meðan talið av sjúklingum, sum brúka Wegovy er vaksið við 511 prosentum.

Tað stendur at lesa í nýggjastu frágreiðingini frá Landslæknanum, um nýtsluna av diabetesheilivági og heilivági fyri yvirvekt í Føroyum.

Í frágreiðingini stendur eisini, hvar í landinum mest verður brúkt av Ozempic og Wegovy, og her sæst, at 2,3 prosent av íbúgvunum á Sandoynni fáa útskrivað Ozempic, meðan hetta talið er 0,8 í Suðurstreymoy. Verður hugt eftir, hvør brúkar mest Wegovy, so eru 2,2 prosent av íbúgvunum í Suðuroy, sum brúka Wegovy, meðan hetta talið er 1,3 prosent í Eysturoy.

Landslæknin sigur, at í Danmark hevur stórt fokus verið á nýtsluna av millum annað á Ozempic, sum nú er nógv hægri “enn til vanliga nýtslu”, og tá Landslæknin hevur kannað, hvussu nógv Ozempic verður útleverað frá føroysku apotekunum, so staðfestir Landslæknin, at tað eisini er ovurnýtsla í Føroyum.

Tí hevur Landslæknin, Lars Fodgaard Møller, vegna sína frágreiðing um nýtslu av diabetesheilivági og heilivági fyri yvirvekt í Føroyum, at mæla føroysku læknum til at taka størri fyrilit til og vísa størri samvitskusemi, tá tílíkur heilivágur verður útskrivaður – herímillum Ozempic.

Í frágreiðingini stendur, at í endanum av apríl í ár brúktu 2,8 prosent av føroyingum yvir 18 ár antin Ozempic ella Wegovy, har tey flestu, sum fáa Ozempic, fáa hetta, tí tey hava sukursjúku og fáa tí ískoyti fyri hetta medisinið, men bert at nøkur fá fólk fáa ískoyti til nýtslu av Wegovy.

Les eisini...  Obbekjær droymir um at føra 07 Vestur til eina steypafinalu

Herfyri kom frágreiðing frá Fólkaheilsustýrinum, sum segði, at 66 prosent av føroyingum eru ov feit, og at Føroyar eru nummar fýra í verðini, tá tað kemur til yvirvekt. Tað eru bert Rumenia, USA og Kili, ið eru frammanfyri á hesum lista.

Her hevur Wegovy víst seg at virka væl við at ávirka matarlystin, har tú fært eina kenslu av at tú gerst skjótari mettur, sum millum annað kann hjálpa til hjá fólki, ið eru ov tjúkk, og sum vilja tapa seg.

Les frágreiðingina her