Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

SSL: Akfør longri enn sjey metrar skulu hava undantaksloyvi at sleppa við Smyrli

Nú skulu øll, sum ætla at fáa akfør, sum eru longri enn sjey metrar, við Smyrli hava undantaksloyvi at sleppa við

Í gjár fóru nakrir bussar suður við Smyrli, tí brennievni er enn at fáa í Suðuroynni, men tá hesir skuldu norður aftur, so sluppu teir ikki við og vórðu standandi á Krambatanga, og har standa teir enn.

Strandferðslan sigur, at undantaksloyvið til fulla sigling við ferðafólki og akførum, ið Strandferðslan hevur frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli, verður nú broytt, so at øll akfør longri enn sjey metrar, ið ferðast við Smyrli á Suðoyarleiðini, skulu hava undantaksloyvi til hesa ferðing frá arbeiðarafeløgunum í verkfalli.

Undantikin hesa áseting eru sjúkrabilar og neyðsynjarakfør.

Broytingin fekk gildi á midnátt, klokkan 00:00, náttina til mikudagin hin 29. mai.