Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

140 ára gamla Westward Ho verður aftur til Jolly Roger í summar

(Ljóðsamrøða): Aftur í ár verður farið við Westward Ho, sum eina løtu skiftir navn til Jolly Roger, á ferð til Neverland. Jens Marius Poulsen við manning eru enn einaferð til reiðar at læra børn um siglandi arvin hjá føroyingum

Bara tvinnar sluppir eru eftir av teimum meira enn 100 sluppunum, ið føroyingar keyptu úr Bretlandi frá 1870–unum og fram. Onnur er Johanna í Vági, við havnakenningartekni TG 326, og hin er Westward Ho í Havn við havnakenningartekni TN 54, sum liggur við Høgu kai, tá hon ikki er úti á onkrum túri.

Síðan 2009 hevur Jens Marius Poulsen verður knýttur at Westward Ho, har hann brúkar nógvar tímar upp á “gomlu damuna”, sum hann málber seg.

Gjøgnum summarið eru nógv tiltøk umborð, ið byrja í mai mánað á hvørjum ári, tá barnagarðsbørn sleppa umborð at síggja og hoyra um sluppina. Eisini verður skipað fyri fiskikapping umborð á sluppini fyri skúlabørnum.

Í juli mánað í fjør varð Westward Ho leigað til at sigla av Sørvági og út til Drangarnar og Tindhólm. Túrarnir, við íblástri úr filminum ‘Peter Pan & Wendy’, har Tindhólmur er karmur um Neverland vóru ógviliga væl umtóktir, og tað endaði eisini við, at tiltakið ‘Við Peter Pan til Neverland’ varð kosið Ársins nýbrot 2023 av Ferðavinnufelagnum.

Í ár verður hetta tiltakið endurtikið í døgunum frá 24. juni til 7. juli, har undirhald verður fyri børnum og barnsligum sálum.

Hoyr samrøðu við Jens Marius Poulsen og Siri Súsonnudóttir Hansen frá Seatravel her:

Til ber eisini at vinna tvey atgongumerki til vaksin og tvey atgongumerki til børn við at svara upp á spurningin, hvussu heimasíðan eitur, har til ber at keypa atgongumerki til túrin “Við Peter Pan til Neverland”.

Send svarið inn til 559999.

Kappingin endar klokkan 16 í morgin, fríggjadagin 31. mai.

Les eisini...  12 føroysk ítróttarfólk luttaka í Special Olympics World Games 2023