Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Borgarstjórin vitjar B36 Varpið

Í B36 Varpinum í dag var gesturin ongin minni enn Heðin Mortensen, borgarstjóri. Av tí sama var sendingin eitt sindur ørvísi enn hon plagar, tí prátið var meira breitt um fótbólt og annan ítrott í kommununi. Vit komu eisini inn á týdningin av tí sjálvbodna arbeiðinum innan ítróttarfeløgini, og hvønn týdning fótbólturin hevur fyri børn, ung og barnsligar sálir.

B36 Varpið er at hoyra hósdag kl 16 á FM1. Sendingin verður endursend hóskvøld kl 23 og sunnudag kl 13. Hon liggur eisini sum poddvarp á FM1.fo.

B36 Varpið er stuðlað av Faroe Ship og Mouritsen’s Bussum.