Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Kunnaðu um útbúgvingar á Glasi

Finn Jensen, dekanur á Glasi, og Bjarni Bogason, lærari á Glasi, vóru í rásarúminum og tosaðu um útbúgvingar, sum Glasir bjóðar út

Skúlaárið 2024-2025 verður slóðbrótandi fyri Hægri Nám á Glasi, tí tá fer skúlin eisni at bjóða út professiónsbachelor útbúgving innan Altjóða Handil og Marknaðarførslu.

Kanningar vísa, at tørvur er á at fáa miðallangar útbúgvingar settar á stovn í Føroyum, so tað ikki er neyðugt at fara av landinum at taka hesar.

Hægri Nám á Glasi hevur javnan bjóðað út Marknaðarførslubúskap, sum er ein tvey-ára útbúgving, og nýggja professiónsbachelor útbúgvingin er beinleiðis framhald av hesi útbúgving.

Umleið 70 fólk hava tikið Marknaðarførslubúskap í Føroyum, har nøkur teirra hava tikið framhald í Danmark, meðan onnur hava bíðað eftir, at professiónsbachelor útbúgvingin verður tøk í Føroyum, og tað verður nú veruleiki í komandi skúlaári.

Tað verður eisini gjørligt hjá teimum, sum lesa ella hava lisið Tænastubúskap og Fíggjarbúskap, at koma beinleiðis inn á nýggju professiónsbachelor útbúgvingina sum framhald. Eisini aðrar styttri ella miðal langar útbúgvingar geva atgongd eftir serligum treytum.

Hoyr samrøðu við Finn Jensen, dekanur á Glasir, og Bjarna Bogason, lærara á Glasir, tosa um útbúgvingar á Glasir í sendingini, Á Sýnini, á FM1: