Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sjúrður Skaale verður róstur upp til skýggja fyri sína røðu á Fólkatingi í nátt

Føroyski fólktingslimurin Sjúrður Skaale kom í sínari røðu inn á kjakið um stríðið í Miðeystri, tá seinasta orðaskiftið fyri summarferiuna var í gjár og í nátt. Røðan verður nú nógv róst

Danir eru vanir við, at tá Sjúrður Skaale, fólkatingslimur fyri Javnaðarflokkin, fer á røðarapallin á Fólkatingi, so plaga røður hansara at vera skemtiligar, men við einum politiskum boðskapi.

Men klokkan 00.27 í nátt, tá Sjúrður trein á røðarapallin og tók orðið, so brúkti hann sína talutíð upp á nakað nógv meira álvarsamt, tá hann umrøddi stríðið í Gasa millum Hamas og Ísrael.

Hann segði millum annað, at Ísrael bleiv blendað av álopinum, ið Hamas framdi í Ísrael tann 7. oktober í fjør.

Tí endaði Ísrael beint í felluni hjá Hamas, tí aftursvarið frá Ísrael er nú farið av sporinum, hóast landið hevur rætt til at verja seg.

Frederik Vad frá Sosialdemokratunum helt, at hetta var besta røðan í gjár, og tað sama helt formaðurin í Liberal Aliance, Alex Vanopslagh.

– Eg havi ikki hoyrt nakað líknandi á Fólkatingi, segði Inger Støjberg frá Danmarksdemokratunum, tá hon kom við sínum rósum til røðuna hjá Sjúrði.

Allar rósirnar vórðu eisini møttar við viðurkennandi nikkum frá danska forsætisráðkvinnuni, Mette Frederiksen.

Danski miðilin Berlingske hevur klipt ein samandrátt saman av røðuni hjá Sjúrði Skaale, ið sæst her.

Øll røðan sæst her: