Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tórshavnar kommuna keypir bygningar hjá fransiskanarasystrunum

Tórshavnar kommuna hevur bjóðað átta milliónir krónur fyri at keypa Skt. Jósefs barnagarð. Katólska meinigheitin hevur tikið av hesum tilboði

Eftir at hava verið í Føroyum síðani 1931, hevur katólska kirkjan gjørt av at steinga kleystrið hjá fransiskanarasystrunum, sum nú fara úr Føroyum.

Umboð fyri katólsku kirkjuna hava boðið Tórshavnar kommunu at yvirtaka bygningarnar hjá meinigheitini fyri eitt mett virði. Kommunan hevur bjóðað átta milliónir krónur fyri Skt. Jósefs barnagarð, og katólska meinigheitin hevur tikið av hesum tilboði, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.

Talan er um dagstovnin, sum verður rikin sum sjálvsognarstovnur, umframt kleystrið.

– Báðir bygningarnir kunnu hýsa kommunalum virksemi, sum tørvur er á. Dagstovnurin hevur vælvirkandi virksemi í dag, og hetta kann halda fram í bygninginum, meðan kleysturbygningurin kann brúkast til annað kommunalt virksemi, eitt nú á eldra- ella trivnaðarøkinum.

– Skt. Jósefs barnagarður er partur av kommunala ansingartilboðnum á dagstovnaøkinum, og umráðandi er at tryggja, at henda støða ikki broytist, nú katólska meinigheitin ætlar at avhenda ognirnar í Føroyum, skrivar kommunan.

Ætlanin er, at stovnurin so verður vanligur, kommunalur dagstovnur, eins og aðrir kommunalir dagstovnar, og at kommunan bjóðar starvsfólkunum starv í yvirtikna kommunala dagstovninum.